Yrking við deyða Atla Dam´s

Atli P Dam * 12.sept. 1932 d. 7.feb.2005

Tú tráddi leikpall við magnandi veldi
tú legði lunnar, har urðargrót var,
ein hugsjónarkappi við dreymum úr eldi,
har ábært og kalt var, tú laðaði garð.

Tú kyndi bál við nýkveiktum brandi,
taðaði lendi, har ei áður var sátt,
tað lýsti í eystri í nýbornum landi,
ein geisandi logi á døkkari nátt.

Ein Jahves rødd sum torusláttur,
við kenslum sum mjúkasta summarfleyr,
ein íborin gudgivin frumaldarmáttur,
ið skar gjøgnum myrkursins sand, mold og eyr.

Sum alfaðir at einum fjølbroyttum bólki,
í heimligum eins væl og almennum skara,
tað kravdi gott samstarv og ábyrgd av fólki,
her legði tú støði til mangan ein varða.

Nú flokkast á ferð móti vesturhøgum,
tær mangan fleyg Føniks við lið,
kulsandi reisist her fylking av knøum,
framá, har tú setti so sjónlig mong stig.

Eg drýpi høvur í virðing

Fríður