Nógv fólk nýttu høvi at yppa øksl í Vágsbotni í gjárkvøldið, tá líkasælur og ábyrgdarleysu ungdómur skipaði fyri einum ypp øksl tiltaki.
Sosialistiskt Ungmannafelag og Unga Tjóðveldi skipaðu fyri tiltakinum, sum tey søgdu, er sprottið burtur úr politiskari líkasælu, ráðaloysi og óskili, sum ger, at tey ikki vita, hvat tey skulu meina ella halda.
Fríggjakvøldið kl. 19 hittast líkasæl og ábyrgdarleys ung og yppa øksl saman. Aftrat YPPum verða tónleikur, røður og skemt.
Tiltakið varð hildið á Nólsoyarpálstorginum í góðveðrinum í gjárkvøldið, og heilt fitt av fólki møtti at lýða á røður og lurta eftir tónleiki. Pallurin var í einum lastbili í syðra enda á torginum.
Á skránni vóru røður frá fólkum sum Petur Pólson, Theodor Eli Dam Olsen, Una Holm Johannesen, Alisu Hentze, Sjúrði Skaale, Sunnevu Háberg Eysturstein. 200, Lyon Hansen og Jens Marni Hansen og onnur framførdu tónleik.