Unga Tjóðveldi skipar á middegi fyri einum tiltaki, sum tey kalla »Ypp Øksl« á Nólsoyarpálstorginum í Vágsbotni.
Hóast tað ikki er tilætlað, so varð tiltakið hildið uttan Nólslyar Páll, tí samstundis sum tjóðveldisfólkini stóðu og yptu øksl, so skipaðu fólkini handa listabólkin LiveArt fyri framsýning, sum verður seinni í dag. Eitt av tiltakinum hjá teimum er at byrgja inni standmyndina av Nólsoyar Pálli.
Úr skránni hjá Unga Tjóðveldinum kann nevnast, at Niels Arge Galán heldur røðu, har verður rím og reyp og tónleikur. Jógvan Arnason Djurhuus, valevni, heldur røðu, har verður tónleikur við Annu Mariu og Jenny, Gunnhild Dahl Niclasen, valevni heldur røðu, Jákup Lind Dam framførir tónleik, Øssur Winthereig, valevni, heldur røðu, og Hanus G. Johansen spælir.
Milja Hanusardóttir verður orðstýrari
Tey í Unga Tjóðveldinum siga, at eftir skránna verður orðið frítt, har møguleiki verður einum og hvørjum, at siga nøkur orð.