Youtube: Ung verða lokkað í fíggjarligt óføri

Kendir bloggarar fáa pengar fyri at heita á sínar fylgjarar, um at keypa onkra vøru. Og tað hevur fingið fleiri danskar ungdómar í eina heldur óhepna støðu.

Tí fólk handan fleiri vørur, sum ung verða lokkað at keypa umvegis viðmæli frá bloggarum, gera sær dælt av støðuni og snýta harvið fleiri hundrað krónur frá ungum fólki.

 

Sendingin Kontant hjá DR hevur gjørt eina kanning millum ung, sum ganga á ungdómsútbúgvingum í Danmark. Her svara áleið ein triðingur av teimum 1200 spurdu, at tey eru blivin meldað til eitt hald, móti teirra vilja.

 

Hesi ungu verða ofta lokkað við góðum tilboðum – ofta tilboð upp á vakurleikavørur, sum kendir Youtube-bloggarar reklamera fyri. Hesi kendu nýta sostatt Youtube at rósa vørum uppum skíggja, soleiðis at tey ungu keypa sær vørur fyri eina lítla upphædd. Men samstundis sum tey keypa vøruna, verða tey ótilvitað meldað til eitt hald, sum kostar nógvar pengar.

 

Sami Chebil, ein 16 ára gamal drongur, sum DR hevur tosað við greiðir frá, hvussu hann varð snýttur.

 

- Eg hugdi at Youtube, sum eg so mangan geri, og mín yndisbloggari viðmælir mær eina vøru, sum eitur Whiteeth. Tað stóð at kosta 19 krónur og at man fekk tað innan fáar dagar, sigur hann.

 

Veruleikin var tó ein annar. Tí vøran kom fram ein mánað seinni og tá vóru 770 krónur tiknar av kontoini.

 

Tað er sjálvandi ólógligt at gera slíkt, men mangan er sera trupult at fáa pengarnar aftur.

 

Les eisini: Loyniligi heimurin: Veitst tú hvat tey ungu gera á Youtube?