Youtube bjargaði ikki Heina

Á ein hátt er elsti mað­ur á tingi, 72 ára gamli Heini O. Heine­sen, tann mest mod­ern­aði løg­tings­mað­ur­in. Hann er tann, sum í størst­an mun hevur brúkt You­tube til tess at fáa fólk á tal.

Men hansara egnu fólk í Norð­oyggj­um vilja ikki hava hann í løg­ting­i­num longur, hó­ast hann hev­ur umb­oð­að flokk­i­n á tingi í 23 ár, verið floks­for­mað­ur, tá flokkurin økti løg­tings­umboð­an­ina við 100 pro­sent­um og ver­ið íðin tjóð­veld­is­mað­ur alt sítt lív.
Mikukvøldið tók hann somu miðl­ar í brúk, sum upp­reistr­ar­fólk­ið í eitt nú Egypt­a­landi og Li­bya, sum við Face­book, Twitt­er og You­tube megn­aðu at fella Hosni Mu­bar­ak, sum hev­ur stýrt Egypt­a­landi næst­an líka síð­ani Heini O. Hein­e­sen still­aði upp fyri fyrstu ferð, og sum nú geva Ga­daffi í Li­bya ein skarp­an gang.
Men tað var altso ikki nóg mik­ið hjá Heina O. Heinesen at koma á listan hjá Norð­oyar Tjóð­veld­is­fel­ag. Spurn­ing­ur­in er so, um topp­stýr­­ing­­in kann tryggja hon­­um eitt pláss á lista­num.... :-]