YouTube á 11 málum

Alnet filmsíðan YouTube verður nú givin út í níggju ymiskum nationalum útgávum og fleiri eru í væntu.

Frammanundan er upprunaliga amerikanska útgávan, umframt ein kinesisk. Men nú verður YouTube eisini at finna í eini enskari, franskari, írskari, hollendskari, spanskari, italskari, polskari, japanskari og brasilianskari útgávu. Síðurnar vera landsins máli, og national leitiskipan verður. Í longdini er eisini ætlan at hava serligar hittlistar til ymisku londini.