FC Midtjylland hevur í kvøld vunnið 3-0 á Reyðu Stjørnu í Youth League, sum svarar til Champions League fyri U19-lið. Føroyski U19-landsliðsspælarin, Hanus Sørensen, kom á vøllin seinastu minuttirnar.
Hanus Sørensen var ikki við, tá FC Midtjylland vann seg víðari til endaspælið í Youth League vegna skaðar, men hann setti sær sum mál at verða við til dystirnar í endaspælinum. Í kvøld var so 1/8 finalan, sum verður spæld yvir ein dyst.
Hon var móti serbiska liðnum Reyðu Stjørnu í Beograd. FC Midtjylland legði seg á odda stutt fyri hálvleik við máli frá Nicolas Madsen. Í seinna hálvleiki skoraði Oliver Sørensen tvær ferðir. Í seinastu minuttunum kom Hanus Sørensen á vøllin.
FC Midtjylland skal í fjórðingsfinaluni spæla móti ongum minni enn Ajax úr Hollandi. Tað er eitt felag, sum er tiltikið fyri sítt ungdómsarbeiði.
Youth League 1/8 finalan:
FK Crvena Zvezda – FC Midtjylland 0-3 (0-1)
0-1 Nicolas Madsen, 43
0-2 Oliver Sørensen, 67
0-3 Oliver Sørensen, 74











