Í oktober sísta ár vóru YOUTH ALIVE BAND AUSTRALIA á vitjam í Føroymu og høvdu tey eina sera væleyðna konsert í Ítróttarhøllini í Runavík,nú hevur tað so eyðnast ADORE MUSIC at fáa tey aftur til Føroya 22 ? 24 okt.
Tann 23 okt. verður tann stóra konsertin vi bólkinum í Ítróttarhøllini í Runavík.
Ætlanin er eisini at skipa fyri øðrum tiltøkum í samband við vitjanina, meiri vitjanina seinni.
Stór Ungdómsráðstevna í januar 2002
Í døgunum 17 ? 20 skipar ADORE MUSIC fyri stórari landsumfatandi ungdómsráðstevnu, staði fyri ráðstevnuna er ikki avgjørt enn, men høvuðstalari á stevnini verður leiðarin fyri NY GENERATION í svøríki, MAGNUS PERSSON, hann er ein sera karismatiskur og livandi talari. Á stevnini verða fleiri sokallaði »seminar« um dagin meðan kvøldini verða sett av til festmøtir við nógvum sangi og tónleiki. Meiri um stevnuna og aðrar lutakarar seinni.
Adore Summer festival 2002
Um alt gongur eftir ætlan skipar ADORE MUSIC tann 13 ? 16 juni 2002 fyri tí stórsta kristna tónleikafestivali sum hevur verið í Føroyum, ADORE SUMMER FESTIVAL 2002. Fyrireikingarnar eru í gongd og fleiri avtalur eru longu gjørdar við útlendskar bólkar, bæði úr USA og EUROPA. Tað er ov tíðliga at almannakunngerða nøvnini men tað eru nøvn sum borga fyri góðsku bæði tónleikaliga og tá ið tað kemur til boðskapin, har verður alt frá lovsangi, rock til dance/techno.
Eisini koma fleiri Føroyskir bólkar at luttaka.