Young vil við í Take That

Bretskir fjølmiðlar vilja nú verða við, at sangarin Will Young hevur boðið sær til at koma upp í poppbólkinTake That fyri Robbie Williams, sum einki vil hava við sín gamla dreingjabólk at gera.

Take That ætlar sær á eina nýggja konsertferð, og tað verður uttan Robbie Williams, sum hevur ovmikið at gera við sínari egnu yrkisleið. Tí hevur Will Young bjóða seg fram.
 Eg hevði við gleði verið ein partur av Take That og tikið við eftir Robbie Williams, sigur Will Young.
Ein talsmaður fyri Take That hevur svarað kurteisliga aftur, at Take That áður hevur spælt uttan Robbie Williams, og at hetta eisini er ætlanin á konsertferðini í ár. Hann sigur tó, at bólkurin kanska fær høvi at arbeiða saman við Will Young einaferð í framtíðini.
Take That fer á eina styttri konsertferð í apríl mánaðir. Fyrsta konsertin verður í Newcastle tann 24. apríl, og 11 dagar seinni verður tann seinasta konsertin  helst uttan Will Young.