FIMLEIKUR
Í farnu viku hava føroysku fimleikafeløgini havt russiska vitjan. Talan er um Polinu Notchevnova, sum er dugnaligur og royndur venjari í estetiskum fimleiki. Polina hevur tvær ferðir áður verið hjá Havnar Fimleikafelag og hildið skeið, sum hava verið so væleydnað, at fimleikasambandið í ár avgjørdi at bjóða øllum fimleikafeløgunum sama frálíka møguleika.
Skulu fimleikararnir mennast og gerast betri innan estetiska fimleikin, krevst nógv, hørð og málrættað venjing. Hetta veit Polina Notchevnova alt um, og tí legði hon hart út, tá ið hon í 2005 fyri fyrstu ferð var hjá Havnar Fimleikafelag og helt skeið. Við fimleikararnar segði hon, at um teir veruliga vildu gera estetiskan fimleik, mugu teir arbeiða hart – ordiliga hart. Tað var eitt heilt annað slag av venjing, sum kravdi nógv meira av fimleikarunum, enn foreldur og fimleikararnir sjálvir vóru vanir við; men góðu úrslitini, ið hava verið at sæð seinastu árini til estetisku kappingarnar, prógva, at hetta er vegurin fram. Hóast venjingarnar eru sera harðar, ger reglugerðin til estetiska fimleikin øllum greitt, at tað er umráðandi, at venjingarnar eru heilsurættar.
Skeiðið var ætlað øllum fimleikarum og venjarum hjá kappingarliðunum í estetiskum fimleiki. Feløgini í Havn, Ljósið og Havnar Fimleikafelag, fingu undirvísing í Eysturskúlanum, meðan Støkk, Flog og Klaksvíkar Fimleikafelag vóru í Glyvra skúla. Venjararnir eru sera væl nøgdir við skeiðið, men vegna hølistrupulleikar fingu fimleikararnir tó ikki eins nógv burturúr, sum ynskiligt hevði verið, av tí at bæði tíð og høli vóru avmarkað, og ov nógvir fimleikarar vóru til skeiðini samstundis.
Polina Notchevnova hevur óivað spælt ein stóran og týðandi leiklut í menningini av estetiska fimleikinum í Føroyum, og feløg, fimleikarar og venjarar halda nú áfram við beinhørðu venjingini, sum vit fara at síggja úrslitini av í januar, tá ið fyrstu kappingarnar í estetiskum fimleiki hetta fimleikaárið verða á skránni.