Yoko Ono skrivar sjálvsævisøgu

Skjótt ber til at lesa um lívið hjá Yoko Ono Hon er kanska mest kend sum einkjan hjá John Lennon. Men hon er eisini fjøllistakvinna.

 

Næsta mánaða fyllir hon 77, og hon er ofta spurd, um hon ikki fer at skriva eina sjálvsævisøgu, og ikki fyrrenn í seinastuni hevur hon sambært gaffa.dk endiliga sagt, at sjálvsævisøgan verður hennara næsta bók, og hon verður skrivað gjøgnum tey næstu 5 árini.

 

Hóast hon áður hevur sagt nei av tí orsøk, at hon ikki vil særa nakran lim í Beatles ella gamlan vin, so skrivaði hon í 2005 eitt savnrit um avdeyða mannin, ið kallast ?Memories of Lennon?.

 

Fyrra konan hjá Lennon, Cynthia Lennon hevur

tó ikki verið so afturhildin. Hon var gift við honum frá 1962-68, og hon hevur skrivað heili tvær bøkur um sítt lív við John Lennon.

 

Hann fór frá Cynthiu í 1968, tá hann hitti Yoko Ono, sum hann gifti seg við árið eftir. Tey livdu saman, til hann varð skotin av Mark Chapman í 1980.

 

Saman við Cynthiu átti hann sonin Julian, og saman við Ono átti hann sonin Sean.