FRIÐUR
Tað var ætlanin hjá Listastevnuni at fáa Yoko Ono til Føroya á Listastevnuni við einari framsýning.
Rúmd var ikki á kalendaranum hjá Yoko Ono til Listastevnuna, men hon hevur sent eina heilsan.
Umboðsmaður hennara greiðir frá, at hon ikki hevur møguleika at luttaka á stevnuni, men hon ynskir, at føroyingar luttaka í stríðnum fyri friði.
Í løtuni stendur hon á odda fyri einari kampagnu, sum nevnist Imagine Peace.
Annars fæst hon nógv við at taka myndir, og í summar fer hon at hava eina framsýning í Århus, men føroyingur mugu bíða eitt sindur afturat.
Í brævi til fyrireikararnar av Listastevnuni heitir hon á tey um at heingja ein sokallaðan bannara við slagorðunum frá Imagine Peace.
Tað er tó ivasamt um Listastevnan fer at gera hetta, men í øllum førum veit Yoko Ono av, at hon hevur møguleikan at koma til Føroya.
Beatles
Yoko Ono var flest øll vita gift John Lennon, sum jú var partur av helst mætasta bólkinum nakrantíð, The Beatles. Somuleiðis gjørdi John Lennon vart við seg á egnum beinum, eftir at tíðini við Beatles var liðug.
Hann og Yoko Ono gjørdust víðagitin fyri teirra stríð fyri friðið, sum millum annað inni bar teir kendu dagarnar í songinum, har tey framløgdu boðskaðin um frið.
Fyri nógv var John Lennon besti sangskrivarin í tjúgundu øld, og hann gjørdist ein ímynd fyri sína tíð.
John Lennon varð skotin í New York í 1980.
Yoko Ono og John Lennon vórðu gift mitt í Beatles mania tíðini, og hon fekk av mongum skyldina fyri, at limirnir í Beatles fóru hvør til sítt.
Síðani John Lennon doyði hevur Yoko Ono verið javnan frammi, har hon heldur fram við boðskapinum um frið.









