Yogavenjing 1/2

Vit eru nú í 2010, og vit liva í einari tíð, har vistfrøðiligur matur, sunt the ? og yoga eru >>in<<. Yoga er bæði ein hørð og ein bleyt venjing. Yoga er bleyt, tí ein ikki hevur ilt í fleiri dagar eftir, sum nógvar aðrar venjingur ? og hart, tí tað krevur eina djúpa hugsavning og kontrol á øllum kroppinum. Yoga snýr seg um at finna ein kropsligan javnvág og læra hann at kenna. Yoga uppbyggir, verjir og endurreisir kroppin, óansæð hvørjar neiligar viðgerðir, hann hevur áður hevur fingið.

 

Í Yoga arbeiðir ein serliga við beinagrindsvøddarnar og ryggin. Allir nervarnir hava rót í rygginum, og jú meira hann hevur stimuleraður, sunnari verða nervarnir og vøddarnir í kroppinum.

 

Planet.fo fer at vísa á nakrar venjingar komandi dagarnar, ið kunnu hjálpa fólk á byrjunarstøði í gongd.

 

Venjing 1:

Dynamisk herðabrúgv

Ligg á rygginum við boygdum beinum. Føturnar skulu liggja javt við mjadnarnar, og armarnir skulu liggja fram við síðurnar á rygginum við lógvunum móti gólvinum.

1. Anda inn, lyft armarnar strektar upp um høvd, til handarbakið nemur við gólvið uppi yvir høvdinum.

2. Anda út, lyft mjadnarnar og ryggin so høgt upp, tú fært. Trýst upp eftir við fótinum ? men halt lørini framvið hvørjum øðrum. Hvíl í nakkanum og hálsinum.

 

Framhald í Yogavenjing 2/2