Yogalærarin: Í kvøld verður skipað fyri stuðulsátaki

- Politikararnir mugu traðka til nú, sigur Allan Dalsgarð, stigtakari.

- Politikararnir mugu traðka til nú, sigur Allan Dalsgarð, stigtakari.

 

 

Málið um indiska yogalæraran, sum hevur freist til í kvøld at fara úr Føroyum, hevur fingið kundar hansara upp úr stólinum.

 

Áleið 350 fólk ganga javnan hjá Praveen Satthi, og í kvøld skipa tey fyri stuðulsátakið við tí endamálið, at fáa politikarar at blanda seg upp í støðuna.

 

Í tíðindunum á middegi hoyrdist, at Uttanríkis og vinnumálaráðið er farið at kanna málið, tí illgruni er um, at upplýsingarnir frá føroysku Útlendingastovuni ikki hava verið nøktandi og tí er møguleiki fyri, at støða er tikin á skeivum grundarlagið.

 

Í kvøld verður stuðulsátak í hølunum hjá Yoga&Vælveru, sum er í kjallaranum í gamla Vertshúsinum í miðbýnum.

 

- Eg síggi so væl, hvussu stóra nyttu hann ger hvønn dag fyri sínar kundar. Og eg haldi tað vera vanlukkuligt, um hann ikki sleppur at vera verandi her, sigur Allan Dalsgarð.

 

Tí hevur hann heitt á kundar og stuðlar hjá indiska læraranum, um at hittast í hølum felagsins í kvøld til at taka eina mynd saman. Endamálið er at vísa, hvussu nógv standa aftanfyri indiska mannin og síðani at fáa hesa mynd á netið.

 

Allan Dalsgarð heldur tað vera ótrúligt, at vit nú leggja ein útlending aftrat listanum yvir fólk, sum hava givið sítt stóra íkast til samfelagið fyri síðani at verða tveitt á dyr.

 

- Hetta kann ikki passa. Vit mugu síggja veruleikanum út frá føroyskum eygum heldur enn at behandla útlendingar í Føroyum sum bølmenni. Onkur má traðka til nú og rættað hetta beinan vegin, sigur Allan Dalsgarð. 

 

- Sakin er tann, at hesin dugnaligi maður kann ikki erstattast uttan víðari. Tað er eingin í Føroyum, sum kann geva kundunum tað sama, sum hann, tí hann hevur so sera stórar royndir og høga útbúgving innan sítt økið. Og tí er tað ein storur missur, um hann verður sendur av landinum, sigur Allan Dalsgarð.