Freistin var upprunaliga fríggjadagin, men orsaka av vantandi skjølum á løgreglustøðini, varð útsett til mánadagin.
Nú er týsdagur og indiski Praveen Satthi er enn í Føroyum. Sum skilst er fleiri orsøkir til tað.
Eitt er, at arbeiðsgevarin hjá Praveen Satthi framvegis roynir at fáa myndugleikarnar at lata mannin vera í Føroyum, meðan tey viðgera kæru hansara.
Í Sosialinum í gjár stóð at lesa, at kæran hjá Praveen Satthi er endað í danskari fløkju. Eyðfinnur Jacobsen, sakførari hjá Praveen Satthi, royndi í farnu viku at fáa at vita, hvar kæran lá.
Tá varð hann sendur runt millum tríggjar almennar stovnar í Danmark og heitti síðani á myndugleikarnar, um at finna fram til, hvør eigur at svara kæruni og hvar hon liggur.
- Tað er órógvandi at fáa slík boð, sigur Eyðfinnur Jacobsen í Sosialinum í Sosialinum, sum fæst til keyps kring landið.
Sostatt er Praveen Satthi enn í Føroyum, um enn trupult er at siga, hvussu leingi tað verður so.