Yogalærarin: Eg skilji væl at tað rakar hart

– Men lógin má haldast, tí benda vit hana í hesum føri, hvussu verður so næstu ferð, onkur verður vístur av landinum, spyr Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður

– Eg skilji væl at hetta rakar hart, tí hetta snýr seg um lív og lagnur.

 

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

 

Nú nógv umrøddi yogalærarin úr India verður sendur av landinum mánadagin, sigur hann, at nógv hava vent sær til hasara um at royna at forða fyri, at hann verður vístur úr Føroyum.

 

Hann sigur, at hann vil fegin hjálpa, men tað er eitt, hann ikki kann gera og tað er at streingja á embætisfólkini fyri at fáa tey til at taka ávís mál fram um onnur, ella fáa tey at broyta avgerðir, sum eru tiknar sambært galdandi lógum.

 

– Blandar ein politikari blandar seg uppí á hendan hátt, fara vit frá rættartrygd til eina korrupta skipan, sigur hann.

 

– Politiska valdið skal gera lógirnar og reglurnar. Og so er tað umsitingin, sum skal syrgja fyri, at tær verða hildnar. Og tað má vera skott millum hesi bæði. Annars hava vit ikki lóg og rætt, men eina skipan, har øll ikki eru javntsett, sigur hann.

 

– Vit kenna ikki alt í málinum um yogalæraran, men higartil hava vit ikki sæð nakað prógv um, at umsitingin hevur gjørt nakran feil.

 

– Fleiri tykkara vilja hava meg, og aðrar politikarar, at ógilda avgerðina um útvísingina við menniskjaligum, etiskum, heilsufrøðiligum, og øðrum grundgevingum.

 

– Mong tykjast halda, at eg sum politikari kann orðna eitt mál - at eg kann benda benda reglurnar, men tað kann eg ikki.

 

– Benda vit reglurnar fyri einum - hvussu kunnu vit so siga við tann næsta, at lógin má haldast? Og hvat siga vit so við tann triðja? Antin halda vit okkum til lógirnar altíð - ella ongantíð. Og gera vit tað ikki í dag, flýtur alt økið í morgin.

 

Sjúrður Skaale sigur, at hevur umsitingin gjørt eitt mistak, má avgerðin sjálvandi broytast sum skjótast. Hevur umsitingin hinvegin fylgt lógum og reglum, má avgerðin standa við - hóast tað reint menniskjaliga kann tykjast skeivt.

 

– Fortreytin fyri allari rættartrygd er jú, at lógirnar verða hildnar. Og soleiðis má tað eisini verða, tá málsøkið er yvirtikið, sigur Sjúrður Skaale.

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Sjúrður Skaale heldur um málið við yogalæraranum