Tá foreldrini stevnu sjúkrahúsinum, sum hevði skurðviðgjørt barnið, og málið endaði í rættinum, var niðurstøðan hjá dómaranum, at foredrini kundu ikki krevja av læknunum, at teir bert lótu barninum blóð frá blóðgevarum, sum ikki høvdu latið seg koppseta móti covid-19.
Tað var í samband við eina skurðviðgerð hjá barninum, at foreldrini stevndu sjúkrahúsinum. Niðurstøðan í dóminum var, at blóðið, sum sjúkrahúsið letur, er trygt, skrivar tíðindastovan ANSA, sum endurgevur advokatin hjá foreldrunum.
Sambært tíðindastovuni hava foreldrini greitt frá, at tað var teirra religiøsa sannføring, sum gjørdi, at tey ynsktu, at barnið ikki fekk blóð frá blóðgevara, sum hevði latið seg koppseta móti covid-19.
Starvsfólkið á sjúkrahúsinum megnaðu ikki at sannføra foreldrini um at góðtaka, at blóðgevin kundi vera koppsettur móti covid-19. Í staðin komu foreldrini sjálvi við nøvnum á blóðgevarum, sum ikki vóru koppsettir.
Tá partarnir ikki kundu semjast, endaði málið í rættinum, og her fingu foreldrini ikki viðhald í, at barnið bert skuldi fáa blóð frá blóðgevum, sum ikki høvdu latið seg koppseta, tí alt blóð, sum sjúkrahúsið letur, er trygt.