Ynskja tyrluna suður oftari

Eisini vilja suðringar flyta tyrlupallum úr Froðba og yvir á Krambatanga

 

Í 42 síður langa tilmælinum, sum kommunurnar í Suðuroynni hava handað landsstýrinum, er eitt tilmæli um at økja um tyrluflúgvingina til Suðuroynna.

 

Kommunurnar vísa á, at ferðasambandið um Suðuroyarfjørð er lívsæðrin hjá oynni, og er í stóran mun størsta forðingin fyri menning har suðuri.

 

Tað tekur langa tíð at koma um fjørðin og ferðasambandið er ikki meiri enn næst best. Hetta ger tað torført hjá fólki at búgva í Suðuroy og arbeiða norðanfjørðs, eins og tað er torført hjá fyritøkum har suðuri at verða kappingarførar við fyritøkur á meginøkinum.

- Atgongd til arbeiðsmarknaðin í meginøkinum og til at kunna veita tænastur til stóra marknaðin, bæði almenna og privata, í meginøkinum hevur stóran týdning fyri at skapa menning. Vágatunnilin er helst besta dømi um hetta, tí Vágarnar eru tað økið í landinum, sum hevur vaksið skjótast seinastu árini – høvuðsorsøkin er vegatkoman til meginøkið, skriva kommunurnar.

 

Umframt at ynskja eina projektering av einum Suðuroyartunli og betri ferðasamband við Smyrli, ynskja suðuroyingar, at tyrlusambandið við oynna verður styrkt.

 

Sum nú er er tyrlusamand suðureftir mikudag og fríggjadag, men kommunurnar halda, at ferðaætlanin tykist í lítlan mun at vera hugsað sum ein tænasta til suðuroyingar.

 

Tær ynskja tí, at tyrlusambandið verður skipað betri og at fleiri túrar verða millum Suðuroynna, Havnina og Flogvøllin. Samstundis hava tey eitt ynski um, at tyrlupallurin verður fluttur úr Froðba yvir á Krambatanga.

- Hetta vildi gjørt tað møguligt, at samskipa tyrluferðina til og frá Suðuroynni við siglingina hjá Smyrli, havandi í huga at á Krambatanga koyra bussar, eins og bilarnar hjá teimum ferðandi standa parkeraðir, skriva kommunurnar.

 

Meiri verður at frætta úr álitinum hjá suðuroyingum gjøgnum dagin her á in.fo.