Í tíðindaskrivi í dag setur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað, sjóneykuna á kringumstøðurnar hjá teimum føroyingum, sum bera brek.
Hon ger greitt, at tað ikki finst nakað neyvt tal fyri, hvussu nógv bera brek í Føroyum, men ST metir, at umleið hvør 7. íbúgvi í heiminum ber eitt hvørt brek. MBF, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, hevur 24 limafeløg, og í teimum eru tilsamans 4.000 limir. Tó skal viðmerkjast, at fleiri avvarðandi hjá fólki, ið ber brek eru limir í hesum feløgunum, eins og at fleiri, ið ikki bera brek, ikki eru limir.
- Henda vitan gevur okkum eina ábending um, at tað at bera brek, røkkur inn í nógv húski í Føroyum, skrivar Barbara á Tjaldrafløtti.
- Fólk, ið bera brek, kenna tað ofta so, at tey verða ikki javnt sett við onnur. Hetta er galdandi í nógvum ymiskum støðum, eitt nú tá tað snýr seg um at læra, fáa útbúgving, hava møguleika at fáa starv, at seta búgv, at kunna ferðast frítt í samfelagnum, at verða hoyrd og so framvegis.
- . At hugsa sær, fyrst at hava eitthvørt brek, og sum steinur omaná byrðu, at verða útihýstur úr samfelagnum!!. Hetta eiga vit sum samfelag og sum medmenniskju at kunna gera betri, skrivar hon.
- Tað er umráðandi at fokus í størri mun verður flutt til umtøðurnar kring tann, ið ber brek. Kringumstøðurnar skulu rúma øllum fólkum. Í øllum samfelagsliðum, bæði privatum og almennum, eiga og mugu vit hugsa rúmsátt, soleiðis at ØLL fólk fáa møguleika at luttaka við tí førleika tey hava, skrivar Barbara á Tjaldrafløtti.
Hon endar tíðindaskrivið við at siga, at ynski felagsins fyri 2015 er at fáa betri hagtøl, so at tey standa betur brynaði í arbeiðinum at betra um korini hjá teimum, sum bera brek.










