Tað er Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, sum hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, sum varðar av Strandferðsluni, ein grein 52a fyrispurning um at broyta ferðaætlan til Nólsoyar.
Spurningarnir frá honum eru soljóðandi:
1. Kann Teistin á nólsoyarleiðini sigla eftir somu, ella nærtil somu ferðaætlan, sum Sam hevur á kalsoyarleiðini, uttan hetta gongur út yvir hvílutíðina?
2. Hvat hevði tað kostað í eyka útreiðslum til olju og annað hjá Teistanum at siglt eftir somu, ella nærtil somu ferðaætlan sum Sam, um Nólsoyarfjørð?
3. Finst fígging til svar til spurning 2 á verandi fíggjarlóg, um man hyggur, hvat eigur at vera útyvir á kalsoyarleiðini, nú tá ikki bæði Teistin og Sam eru á
leiðini?
Í viðmerking til fyrispurningin, vísir Karlot Hergeirsson á, at í rúma tíð hava nólsoyingar ynskt sær støðugt, trygt, betri og títtari ferðasamband við meginlandið. Tað eru fleiri góðar grundir til hesi ynskir. Her skal eg nevna nakrar:
• Nólsoyarbørn fara til Havnar í skúla í 7. flokk (partvíst) og 8. flokk (fulla tíð), og ofta er long bíðitíð ímillum, at skúlin er liðugur, og til ferjan siglir.
• Umleið 50-60 nólsoyingar arbeiða dagliga í Havn. Verandi ferðaætlan gevur ikki møguleika at arbeiða flekstíð, og hetta merkir eisini, at tey, sum hava børnini á stovni í Nólsoy, ikki hava møguleika at heinta tey tíðliga onkran dag.
• Í Nólsoy er eingin skipaður ítróttur og fá mentanarlig tilboð. Børn, ung og vaksin pendla tí til Havnar at íðka ítrótt, luttaka í musikk- og kvøldskúla og øðrum mentanarligum tilboðum, og ofta passar hetta illa við ferðaætlanina.
• Eingin "serhandil” er í oynni, bert ein matvøruhandil, ið vit eru so sera takksom fyri. Manglar ein skrúva ella ein stokkur at binda við, so má man ein túr til Havnar, og ikki er tað lagaligt, at tað ofta er langt ímillum túrarnar.
– Hetta er ikki nakað nýtt ynski, men hvørja ferð, hetta er borið fram, so vísir SSL til, at verður verandi ferðaætlan útbygd, so fer tað at ganga útyvir hvílutíðarreglurnar hjá manningini. So má meira manning umborð, og hetta er kostnaðarmikið, og har stoppar alt, sigur løgtingsmaðurin.
– Tí átti man kanska at hugsað nýtt og hugt eftir ferðaætlanini á kalsoyarleiðini, har man hevur tríggjar túrar um morgunin og fyrrapart. So liggur ferjan still frá áðrenn middag og til umleið nón, so manningin fær hvíld. Byrjar so at sigla aftur. Við einum nýggjum túri áðrenn klokkan 16:20 og einum ímillum klokkan 18:00 og 22:00, so kunnu nólsoyingar koma til oynna, tá tað passar teimum eftir dagsins gerning, sigur Karlot Hergeirsson.
Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara spurninginum.










