Á felags fundi í dag, tann 31. januar 2019, hava kirkjuráðini í Eiðis prestagjaldi innstillað Jonhard Jógvansson, ið er ættaður úr Saltangará, til embætið sum komandi sóknarprest sín. Tað upplýsir Føroya Stiftsstjórn á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.
43 ára gamli Jonhard Jógvansson bleiv prestvígdur í fjør vár og arbeiddi fyrstu tíðina sum stiftsvikarur í Helsingør stift, sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Hann er giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði og tey eiga trý børn saman.
Jonhard Jógvansson er bróðir Derhard Jógvansson, sum er prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Komandi sóknarpresturin tekur ætlandi við embætinum 1. juli 2019. Tað er landsstýrismaður í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin.