? Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð hildið, at vit skulu halda okkum at NATO. Tað gera vit framvegis, sigur Sámal Petur í Grund, formaður í tingbólki Sjálvstýrisfloksins.
Sámal Petur í Grund heldur, at Partnership for Peace samtakið, sum er undir NATO, er ein hóskandi skipan hjá Føroyum at melda okkum í, fáa vit í nýggjari ríkisrættarligari støðu fult ræði á uttanríkispolitiska økinum.
Kortini ásannar Sámal Petur í Grund, at hann enn ikki veit so mikið nógv um verupolitisku støðu Føroya, at hann kann staðfesta, at Partnership for Peace er rætta skipanin fyri fullveldis Føroyar.
Men út frá teimum upplýsingum, hann higartil hevur fingið, heldur hann hetta vera bestu loysnina.
Sámal Petur í Grund heldur ikki, at landsstýrið hevur borið seg skeivt at, tá tað seinastu tíðina hevur kunnað seg um verjupolitisku støðuna hjá Føroyum. Hann heldur ikki, at landsstýrið hevur brotið tær mongu løgtingssamtyktirnar um, at vit skulu halda okkum uttan fyri NATO, hóast landsstýrið hevur havt samband við NATO.
Kortini eftirlýsir Sámal Petur í Grund, at landsstýrið tekur verjupolitisku støðuna upp til kjak í løgtinginum.