Ynskja nýggjan barnaskúla í Fuglafirði

Fuglfirðingar kunnu nú gleða seg til at fáa ein nýggjan barnaskúla í bygdini. Á seinasta býráðsfundi samtykti býráðið nevniliga ein arbeiðssetning og settu eina bygginevnd. Tað skrivar kommunan á síni heimasíðu.


Eftir ætlan skal bygginevndin koma við einum tilmæli um hvussu skúlin skal útbyggjast. Greitt er tó, at hann í fyrstu atløgu skal rúma eina grunddeild og miðdeild, við hølum til tónleik, harundir musikkskúla og hornorkestur, heimkunnleika umframt felagsøkir.


Lagt verður tó eisini upp til, at tað í framtíðini skal vera møguligt at útbyggja skúlan, soleiðis at hann eisini umfatar eina hádeild.


Tey, ið manna bygginevndina, eru Eyðun á Lakjuni, formaður í mentamálanevndini, Ólavur Thomsen, skúlastjóri, Pætur Joensen, býarverkfrøðingur, Rønn Eliasen, leiðari á mentanarøkinum, Fía Jacobsen, lærari og Guðny Vang, skúlastýrisforkvinna


Eyðun á Lakjuni er valdur sum nevndarformaður, meðan Rúni Abrahamsen, arkitektur, verður ráðgevi hjá nevndini.


Eftir ætlan skal byggiskráin verður liðug 1. juni 2016.