Í farnu viku fekk nevniliga Fuglfjarðar kommuna eina umsókn frá "Næmingaheiminum á Kambsdali", har søkt verður um byggiloyvi til eitt slíkt heim á økinum.
Sambært hesi ætlan so skal heimið byggjast innanfyri Studentaskúlan, niðan móti vegnum til sethúsaøkið. Í byggisamtyktini fyri økið verður sagt, at tað er útlagt sum miðstaðarøki, men higartil hevur eingin áhugi verið fyri at bygt her.
Tekniska nevnd hjá býráðnum hevur viðmælt býráðnum at geva eitt prinsipielt byggiloyvi til hetta næmingaheimið, samstundis sum býráðið fer neyðugar broytingar í byggisamtyktini.
Á fundi í býráðnum týskvøldið varð tilmælið frá teknisku nevndini einmælt samtykt.