Ynskja nýggjar nevndir á Sandi

Eftir kommunustýrisfund á Sandi í gjár, varð bræv handað kommunustýrislimum á Sandi, har biðið verður um nýtt nevndarval í kommununi. Í gjár var kommunustýrisfundur á Sandi. Beint eftir fundin varð bræv handað kommunustýrislimunum. Undirskrivað høvdu Brandur Sandoy, Eyðvarur Petersen, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen.

Sambært Sosialinum, sum kemur út seinni í dag, krevja teir fýra bygdarráðslimirnir eyka kommunustýrisfund, har teir vilja hava nýtt nevndarval, soleiðis at nevndirnar avspegla nýggja meirilutan í kommunustýrinum.

Enn er ikki greitt, nær hesin fundur verður, og Páll á Reynatúgvu vil ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni.