Í samband við 40 ára stovningardagin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd vísti Brynhild Høgnadóttir, stjóri, úrslitini av hugburðskanningini, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd í apríl í fjør.
Kanningin staðfesti, sum fleiri kanningar áður, at føroyingar koyra ov skjótt. Tveir triðingar av teimum spurdu svaraðu, at teir á landsvegum koyra skjótari enn loyvdu hámarksferðina, sum er 80 km/t.
Spurdir, hvat skal til, fyri at fáa teir at halda hámarksferðina, er svarið rímiliga greitt. Føroyingar halda, at tað er virknari við meiri løgreglueftirlitið enn fleiri kunningarátøkum.
30 prosent av teimum spurdu halda, at meiri politieftirlit hevði fingið tey, at halda hámarksferðina. 27 prosent halda, at sjálvvirkandi eftirlit, so sum ein fotoboks, hevði fingið tey at seta ferðina niður, meðan 19 prosent halda, at ein hægri bót hevði gjørt munin. 14 prosent nevna kunningarátøk.
Á pallborðsfundinum á stovningardegnum var spurningurin um hægri bøtur nógv umrøddur, men so er spurningurin, um politiskur vilji er til at gera nakað meiri við tað. Áskoðanin hjá fólkinum er tó heilt greið - skulu vit halda hámarksferðina, má onkur halda í oyruni á okkum.












