Ynskja møguleikan fyri valkirkjuliði

Allir teir kirkjuligu felagsskapirnir settu á sinni fram ynski um at fáa ein lim í kirkjuliga fylgibólkin, sum skal fyrireika yvirtøkuna av fólkakirkjuna. Hesum ynski valdi mentamálaráðið kortini ikki at ganga á møti.

Umboð fyri høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini hava tí ístaðin verið á fundi við mentamálaráðið í hesum samband.
Teir høvdu serliga eina viðmerking til ætlaðu yvirtøkuna, har ætlanin er ikki at hava valkirkjulið (valgmenigheder) við í yvirtiknu kirkjuni.
- Her heittu vit staðiliga á ráðið um at taka hesa skipan við í føroysku fólkakirkjuna.
- Skipanin hevur ikki verið brúkt í Føroyum enn, men tað er ikki óhugsandi, at tørvur verður fyri hesum í framtíðini. Skipanin verður nógv brúkt í Danmark, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari í Heimamissiónini.