Í løtuni hava foreldrini rætt til at vera heima hjá barninum millum 30 og 34 vikur við barsilsútgjaldi. Men hetta er ov lítið, halda teir útvið 1000 føroyingarnir, sum higartil hava skrivað undir áheitanina til politikararnar um at leingja barsilstíðina upp í eitt ár eftir barnsburð.
Grundgevingin er so ljóðandi:
»Vit eru nógv, sum meta, at ein nýføðingur er alt ov veikur at fara á stovn, tá ið hann er um 6-7 mðr aldur.
Ein av orsøkunum til, at vit meta hetta er, at smábørn á stovni gerast ofta sjúk, tí tey eru meira móttakilig yvir fyri sjúku, og hetta er nakað, ið ávirkar foreldrini, tí hetta førir við sær, at foreldrini mugu verða heima hjá sjúkum barni.
Hetta er nakað, ið sæst aftur á arbeiðsplássinum hjá foreldrunum, og kostar hetta arbeiðsplássunum mista arbeiðsmegi. Tað eru í dag nógvar ymiskar meiningar um, nær immunverjan hjá einum barni er liðugt útviklað, men sum heild er uppfatanin, at immunverjan er langt frá liðugt útviklað, tá ið barnið bert er 6-7 mðr.«
Hóast barsilstíðin varð longd herfyri, restar framvegis nógv í at koma uppá tað heila árið, sum ynskt verður.
Leinkjan til undirskriftainnsavningina er her http://www.skrivunder.com/barsil









