Ynskja øllum eini gleðilig jól

- Vit á Malarenda ynskja øllum eini gleðilig jól! siga tey í Nólsoy, sum lupu á bláman í morgun - øll í nissuhúgvu.

- Vit á Malarenda ynskja øllum eini gleðilig jól!

 

Soleiðis siga damur og harrar - tó serliga damur - sum plaga at svimja á sjónum á Malarenda í Nólsoy, soleiðis sum gjørt hevur verið í eftirhondini nøkur ár.

 

Aftur í morgun - jólaaftan - hava damur og onkur einstakur harri verið úti í á Malarenda, og nú vit hava jólaaftan í dag, hava tey øll latið seg í nissuhúgvur.

 

Á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - liggja fleiri myndir av løtuni í morgun, tá allar hesar fittu nissurnar bloyttu sær endan á Malarenda.