Demokratia og Javnstøðunevndin heita á eina nýggja samgongu um at arbeiða fyri einum jøvnum kynsbýti í landsstýrinum Hetta verður gjørt í skrivi, sum í dag er sent politisku flokkunum frá Demokratia og Javnstøðunevndini.
Í tíðindaskrivinum verður millum annað sagt, at Javnstøða millum kyn er av grundleggjandi týdningi fyri allari samfelagsmenning, eisini í Føroyum.
Royndir higartil vísa tíverri, at Føroyar ikki eru eitt lokkandi samfelag fyri føroyingar uttanlands. Talið á teimum føroyingum, sum velja sítt móðurland frá, veksur í hvørjum, og tað eru serliga kvinnurnar, sum ikki ynskja at liva og virka í okkara samfelagi. Eitt javnari kynsbýti, har politiskar avgerðir verða tiknar, hevði óivað økt um hugin hjá hesum kvinnum at vent heimaftur.
Demokratia og Javnstøðunevndin vóna tí, at føroysku kvinnurnar verða væl umboðaðar í nýggja landsstýrinum, bæði landi og fólki at frama.










