Fyri góðum tveimum vikum síðani vitjaðu tveir journalistar frá BBC í Føroyum. Endamálið var, at gera samrøður við fólk í Føroyum um alsamt vaksandi tilflytan av útlendskum kvinnum - serliga kvinnum úr Tailandi og Filipsoyggjunum.
Avbjóðingarnir hjá útlendskum kvinnum í Føroyum er serliga vánaliga veðrið. Torført er at flyta úr tropiskum veðurlagi til Føroyar. Eisini er avbjóðandi hjá kvinnunum úr Tailandi og Filipsoyggjunum at finna arbeiði, sum tær trívast í.
Nógvar av kvinnunum eru aktivar á arbeiðsmarknaðinum í heimlandinum, og hava høgar útbúgvingar. Arbeiðsmarknaðurin í Føroyum er avbjóðandi í og við, at tær ikki duga málið og kenna mentanina væl og virðiliga. Tí mugu tær aloftast takka ja til starv í nýggjum øki, sum ikki krevur at tær duga málið, skrivar BBC.
Les greinina hjá BBC her
Myndin er tilvildarlig