Selatrað: Tað er langt millum bilarnar, sum koyra eftir vegnum til Selatraðar.
Tey sum koyra eftir vegnum á fyrsta sinni, munnu undrast um, at hann er so vánaligur sum hann nú einaferð er. Tað er sum at vera umborð á báti í ringum sjógvi.
Umframt hetta er vegurin smalur, og kemur tað fyri, at ein bilur kemur tvørt fyri ella skeivur á vegnum, so kann meiri enn so henda, at hann fer út av vegnum, og tá er ikki nógv at gera.
Ynskið hjá fólki á Selatrað er at okkurt verður gjørt við vegastrekkið, soleiðis at tað fer at hóska til nútíðina. Ein teirra er Sanna Andreasen, sum umboðar Selatrað í bygdaráðnum á Strondum.
- Vit ynskja og vóna skjótt at fáa ein breiðan og ikki minst beinan veg til Strendur. Vit ynskja kortini ikki ein motorveg, men bert ein ein breiðari veg, sigur hon í hesi samrøðuni við Sosialin.
Tað eru umleið 60 ár síðani at vegurin kom til Selatraðar, men nú er tað alt fleiri og fleiri sum ynskja, at vegastrekkið út á Strendur verður dagført til nútíðina.
Í einum komandi blaði fara vit at umrøða avleiðingarnar, sum vegasambandi hevur havt fyri bygdina. Seinastu 3-4 árini er fólkatalið minkað úr 62 niður í 52!
Spurningur uttan svar
Ein avgerandi treyt fyri at einhvør bygd ella býur kann menna seg ella hava framburð, er gott vegasamband við meginøkið.
Her hevur Selatrað tann fyrimun, at vegurin kom longu til bygdina fyri umleið 60 árum síðani. Hetta var fólkinum tá til stórt gagn og gleði, ikki minst ta tíðina, tá Sundaferjan sigldi millum Selatrað og Hósvík.
Í dag kann ein siga, at fólkið anno 2010 krevur góðar vegir, breiðar vegir og ikki minst tryggar vegir. Og her er tað, at tað kanska haltar mest við tí umleið níggju kilometrar langa vegastrekkinum til Morskranes, Kolbanagjógv og Strendur:
Selatraðarvegurin er snøgt sagt ikki hóskandi til ferðsluna og ferðingarmynstrið í dag!
Hetta vita fólk á Selatrað alt um. Og hetta hevur Sanna Andreasen eisini sína meining um, tá hon verður spurd um tað sama. Hon svarar í roynd og veru við einum mótspurningi:
- Hví spyrt tú ikki onkran sum ikki býr her og sum sjáldan koyrir hendavegin?
- Øll hesi fólkini kunnu geva tær besta svarið uppá spurningin!, sigur Sanna avgjørd.
Lívsfarligt
Sanna hevur búð í meiri enn 30 ár á Selatrað – hon er upprunaliga av Skipanesi – og arbeiðir á Strondum.
Hon veit tí alt um, hvat tað merkir at koyra eftir vegastrekkinum bæði í góðum og ringum líkindum. Tað er helst so sum hon sigur:
- Eg koyri eftir vegnum hvønn einasta dag. So eg hugsi als ikki um, hvussu vegurin er.
- - Men tey, sum ikki búgva her, - tey siga í øllum førum, at hann er lívsfarligur, slær Sanna fast.
Sum bygdaráðslimur í Sjóvar kommunu er hon sjálvandi áhugað í tí, sum rørir seg millum fólkið. Og tá talan er um vegastrekkið millum Selatrað og Strendur eru fólk rættiliga samd á máli:
Vegastrekkið er bæði smalt, tað er veikt, sýnirnar eru nógvar, vegurin skrædnar í støðum og haraftrat hellir hann.
Eingin olja – nógv rusk
Fyri tann fremmanda kann ein túrur eftir Selatraðarvegnum vera ein góð og vøkur uppliving. Men á vetrartíð er tað alt annað enn stuttligt at koyra her.
Tað er meiri enn so komið fyri, at bilar eru farnir útav vegnum, kortini uttan at stórvegis skaði er hendur. Men tað er kanska meiri “lukkan enn forstandurin” sum er orsøkin til tað.
Vegurin verður sjálvandi ruddaður av Landsverki á vetri, men sum skilst á fólki á Selatrað er henda ruddingin ikki nóg góð. Á øðrum fólkum skilst, at orsøkin til hetta er hin einfalda, at menn fáa snøgt sagt ikki ruddað vegin, tí at hann er so vánaligur.
Oljubilurin skal eisini av og á til bygdina at fylla í tangarnar hjá fólki. Men her er “skipanin” hon, at boða veðurmenninir frá høgætt og kava, ja, so kemur oljubilurin áðrenn fyrsta følvið legst.
Í hesum seinasta kavanum merktu tey enn einaferð fylgjurnar av tí, at kavi og ísur lá framvegis á vegnum. Ein fylgja av hesum var, at tað var ikki koyrandi hjá ruskbilinum, og tí varð einki rusk heintað í bygdini í fleiri vikur eftir jól.
- Teir vóru her í farnu viku, og var tað fyrstu ferð síðani á jólum at vit sluppu av við ruskið. Bara tað, at teir ikki tora at koma norður til okkum, sigur nóg mikið um hetta vegastrekkið, slær Sanna Andreasen fast.
Á sumri er Selatrað eitt nógv vitjað stað hjá føroyskum og fremmandum ferðafólkum. Her koma mangan stórir bussar við ferðafólkum, eins og fólk við jøvnum millumbilum vitja skótadepilin í bygdini.
Nú ætlanin er at víðka um virksemið her, er eingin ivi um at ferðslan bara fer at økjast enn meiri í framtíðini.
Long tíð – einki svar
Tað kom nakað óvart á Sannu at hon varð vald inn í bygdaráðið á seinasta vali. Hon er á mangar mátar at meta sum ein talsmaður fyri fólkið á vestaru síðu í Sjóvar kommunu.
Spurningurin er, hvat hon sjálv hevur gjørt fyri at bøta um umstøðurnar við ferðasambandinum hjá fólkinum í bygdini, har hon býr.
Hon hevur tosað við borgarstjóran, Artur Johansen um málið, og hann skuldi síðani taka tað upp við tey hjá Landsverki.
Trupulleikin er bert hann, at viðgerðin gongur so seint og tað er so leingi at fáa eitt endaligt svar. Sanna undrast á, hví tað skal ganga so seint fyri seg.
- - Eg vóni sjálvandi ikki, at nakað álvarsamt fer at henda í ferðsluni, tí – eg meini so við – skúlabørnini á Selatrað fara hvønn dag við bussi út á Strendur. Men her er kortini tað góða, at um líkindini ikki eru til vildar, - ja, so kemur bussurin ikki.
- - Eg havi eisini sjálv onkutíð ringt til teir, tá eg eri farin til arbeiðis og havi rátt teimum frá at koma higar, tí tað er púra ørt at koyra, sigur Sanna Andreasen.
Breiðka í smáum
At vegastrekkið hevur ligið soleiðis, er ikki farið aftur við borðinum á bygdarfólkinum ella teimum sum brúka vegin nógv.
Ein teirra sum íðin hevur tosað fyri at gera nakað við hetta, er busseigarin Henry Jarnskor av Strondum. Hann hevur mangan sagt frá síni hugsan um hetta vegastrekkið.
Og her í blaðnum hava m.a. ein núverandi og ein fyrrverandi bygdaráðslimur á Strondum – Sonni Johansen og Meinhard Jacobsen – samsinstir sagt frá, hvussu neyðugt tað er at okkurt verður gjørt við henda vegin.
Okkurt er kortini gjørt á leiðini. Í fleiri støðum er vegurin breiðkaður til hóskandi breidd. Men ikki fyrrenn hetta er gjøgnumført á øllum teim níggju kilometrunum er talan um ein góðan og tryggan veg.
Sambært fólki á Selatrað vísir tað seg, at tey fáa tær seinastu krónurnar sum Landsverk eigur til vegagerð á hvørjum ári: Tá tað fer at nærkast ársenda, verður tøkur peningur so at siga bert tveittur í Selatraðarvegin.
Tey eftirlýsa tí eina ætlan fyri hetta vegastrekkið, eins og Heildarætlanin 2008-2020 hjá Landsverki hevur víst á. Her varð eitt av uppskotunum at umvæla og breiðka vegin fyri millum 2 og 4 mió krónur, soleiðis at farleiðin varð hóskandi til ferðsluna í dag. Dentur varð lagdur á, at hetta var ein umráðandi verkætlan.
Í hesi ætlanini er eisini ein ætlan gjørd um tað samlaða vegastrekkið. Sambært hesum skal arbeiðið gerast í árunum 2016 til 2019 og skal tað kostar 15 mió krónur.
Tann stóri spurningurin er kortini, nær hvør av hesum ætlanum verður sett í verk.