Ynskja ikki móttøkuskip

Meðan landsstýrið okkurt undanfarið ár hevur roknað við stórum inntøkum frá avreiðingargjaldi, tá landað verður til útlendsk móttøkuskip, so er øðrvísi í ár.

Sambært lógaruppskotinum, ið skal skipa fiskiskapin eftir sild og makrel í summar, verður avreiðingargjald á 2,00 kr/kg lagt á allan fisk, ið antin verður avreiddur uttanlands ella til útlendsk móttøkuskip. Tó sleppa trolarar í heimaflotanum og línuskip við avreiðingargjaldi á 1,00 krónur kilo.

Men sambært teimum skjølum, ið liggja til grund fyri leistin hjá landsstýrismanninum, er yvirskipaða ætlanin við avgreiðingargjaldinum at stýra fiskin inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Fiskimálaráðið roknar snøgt sagt ikki við, at so mikið sum eitt kilo av hvørki sild ella makreli verður avreitt til útlendsk móttøkuskip ella uttanlands, hvørki frá nótaskipum, ídnaðarskipum ella skipum av fjarleiðum.

Sambært skjølunum roknar Fiskimálaráðið einans við, at trolarar úr heimaflotanum fara at avreiða á henda hátt. Ráðið metir, at 2300 tons av makreli og 1350 tons av norðhavssild verða avreidd til móttøkuskip, og tá heimaflotin skal rinda 1,00 kr/kg í avreiðingargjaldi, gevur tað 3,65 milliónir í landskassan. Harumframt verður roknað við góðum 300.000 krónum í avreiðingargjaldi frá línuskipum o.ø.