Ynskja ikki ferðafólk í Saksun

Hendan heilsanin møtti ferðafólkum, sum komu til Saksunar í dag.

 

- Hetta er ikki Disneyland. Ferðafólk, farið heim, stendur á vogninum.

 

Tað er eingin loyna, at ferðafólkatalið í Føroyum er vaksið nógv seinnu árini. Sambært Hagstovuni komu 170.610 ferðafólk til Føroya í 2016. Í 1975, sum er fyrsta árið, sum Hagstovan hevur hagtøl av slíkum slag fyri, komu 27.528 ferðafólk til Føroya.

 

Tað er heldur eingin loyna, at øll ikki eru líka fegin um mongu ferðafólkini. Í Mykinesi hevur verið prát um at áleggja ferðafólkum eitt gjald fyri at sleppa út um bøgarðarnar, meðan tey í Saksun fleiri ferðir fyrr hava givið ilt av sær um ferðafólkini.

 

Sjáldan hevur boðskapurin verið so beinleiðis rættaður til ferðafólkini áður.