Ynskja fleiri vitjunarvinir

Tað er javnan, at ringt verður til Reyða Kross Føroya at fáa ein vitjunarvin.

Í Føroyum eru fleiri gomul fólk, ið eru einsamøll og næstan onga vitjan fáa. Nú jólini nærkast, kann einsemi kennast eyka tungt.

Vitjunartænastan hjá Reyða Krossi Føroya hevur ein góðan bólk av vitjunarvinum, ið vitja fólk.

- Men, nú er støðan tann, at okkum tørvar fleiri vitjunarvinir, verður sagt.

Einsemi hjá eldri fólkum er ofta nakað sum hendir, tá tey ikki longur eru partur av einum virknum lívi uttanfyri heimið. Tey liva tí einsamøll eftir, hava lítla ella onga familju, ella familjan býr uttanlanda. Tá er gott at hava ein vitjunarvin, ið kemur á gátt.

Ynskir onkur at verða vitjunarvinur og vilt tú nýta ein til tveir tímar um vikuna at vitja eitt annað menniskja, so set teg í samband við Reyða Kross Føroya.

(savnsmynd)