Ynskja fleiri parkeringspláss í miðbýnum í Havn

- Hvussu ber tað til, at tað er so ómøguligt at fáa betri parkeringsviðurskifti í miðbýnum í Havn? Hendan spurningin seta handlarnir í miðbýnum í Havn nú Tórshavnar býráð. Í opnum brævi til býráðið ásanna handlarnir, at kommunan minkar um talið av parkeringsplássum til óbótaligan skaða fyri handilslívið

Handlarnir vísa á, at kommunan hevur fríðkað um gongugøtuna, og tað fegnast teir um. Teir vísa eisini á, at ætlanir eru um at halda fram við hesum arbeiðinum.

- Hetta og viljin og áhugin fyri at fáa okkurt at henda í miðbýnum fegnast vit øll um. Men samstundis, sum tað ljóðar, at her skal henda meira í býnum, so verður eisini minkað um parkeringsplássini.

- Undir Bryggjubakka verður fríðkað, og tað ljóðar, at eingin parkering skal verða har longur. Fríðkanin av gongugøtuni minkaði um parkeringsplássini. Gaman í, ein gongugøta eigur helst ikki at vera ein parkeringsgøta, men eingi onnur pláss eru komin fyri tey mistu, siga handlarnir.

Teir vísa eisni á, at í Dr. Jakobsens gøtu, høvuðshandilsgøtan í miðbýnum, er ruðuleiki. Teir siga, at gøtan kundi verið gjørd til koyri-gongu-gøtu, har loyvt er at parkera stutta tíð.

- Sjálvt um vit ofta hoyra, at handlar verða niðurlagdir og flyta úr miðbýnum, halda vit, at talið á handlum og tænastum, sum verða veitt í miðbýnum er í vøkstri, og eigur at vaksa, tí miðbýurin er perlan í býnum. Tí má eisini vera pláss fyri øllum, so fólk hava møguleika at koma í býin.

Vit halda, at okkurt má gerast, og tað má gerast skjótt, siga handlarnir.

Á fundi, sum handlarnir í miðbýnum skipaðu fyri, greiddi býararkitekturin frá ætlanunum frameftir. Hann nevndi, at kommunan arbeiddi við at byggja parkeringshús og vísti á trý – fýra pláss, har slík hús kundu verða bygd. Handlarnir vísa á, at hetta er ein møguleiki at vaksa um parkeringsmøguleikarnar, sum teir fegnast um, sjálvt um hetta eisini merkir parkeringsgjald. Annar møguleiki er parkometur, ið kunnu verða brúkt, har stytst er til handilsøkini. Hetta kundi t. d. eisini verið nýtt á pørtum av Skálatrøð.

- Vit fáa ein livandi bý, um miðbýurin ýður av fólki. Gera vit onki munagott nú, men skera her og har í parkeringsmøguleikunum, kunnu vit óttast, at miðbýurin spakuliga kvalist.

Uttan parkering ongar bilar, uttan bilar eingin fólk, uttan fólk nyttar einki! siga handlarnir.