Í blóðbankanum fegnast tey um teir donorar, tey hava. Men tey kundu fegin ynskt sær fleiri. - Vanliga verður sagt, at 5% av fólkinum nøkta tørvin á donorum. Hjá okkum liggur talið um 3%, og tað er í lægra lagi, sigur Marita Simonsen, sum starvast á laboratoriinum, samstundis sum hon er forkvinna í Blóðgevarafelagnum.
Hon sigur, at hagtølini vísa, at føroyingar geva blóð áleið tvær ferðir um árið. Í fjør varð blóð tappað 1718 ferðir frá 874 donorum.
- Hetta er so hóast vit í skrásetingini hava áleið 1200 donorar tilsamans. Men tað liggur jú ikki altíð fyri hjá fólki at lata blóð og tað kunnu vera so nógvar orsøkir. Fólk kunnu lesa uttanlands og bert geva blóð, tá tey eru heima, ella tey kunnu taka heilivág so sum penisillin, ella kunnu tað vera konufólk, sum eru við barn. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, sigur Marita Simonsen.
Tey vilja tí ógvuliga fegin hava fleiri blóðdonorar.
- Høvdu vit komið upp á umleið 2500 donorar, so høvdu vit altíð kunna nøktað tørvin, og so høvdu vit sloppið undan at keypt blóð úr Danmark, sigur Marita Simonsen.
Einasta treytin fyri at gerast blóðdonorur er, at tú ert frísk/ur og hevur fylt átjan ár, men ikki ert farin um tey 60. Marita sigur, at vanliga geva fólk blóð til tey eru fylt 65, men at tað kortini ikki er nøkur orsøk at byrja, tá tey eru farin um 60.
Fólk skulu hava etið, áðrenn tey koma, tí annars verða tey bara illa fyri eftir at hava givið blóð. Tappað verða 450 millilitrar hvørja ferð, umframt nakrir millilitrar til kanningar av blóðinum. Aftaná skulu tey hvíla einar tíggju minuttir, meðan tey inntaka umleið hálvan litur av vesku.
Annars sigur Marita Simonsen, at tað er ikki óvanligt, at fólk fáa gullnál fyri at hava latið blóð 50 ferðir. Onkur nærkast enntá teimum 80 ferðunum.
Tað er gott við teimum góðu, trúgvu, men nýggir blóðdonorar eru altíð vælkomnir, sigur Marita Simonsen.









