"Eg haldi, at fakfeløgini áttu at sett ein banka á stovn, sum einans hevur til uppgávu at tryggja pengarnar hjá løntakarum og nýta føroyskar skipanir og fyritøkur. Ein banka, har umsitingargjøldini ikki eru størri enn neyðugt og har tað ikki skal kosta at hava sín pening. Tað eru mentar føroyskar skipanir, sum Mín boks og Mín lykil. Vit hava Elektron og fólk við røttu vitanini og førleikunum."
Soleiðis skrivar forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, á Facebook-bólkinum fyri tey, ið nú mótmæla ætlanini hjá føroysku bankunum um, at kundar í næstum skulu hava danskt nem-Id.
Og talan er eftir øllum at døma um ítøkiligar ætlanir.
Maud Wang Hansen segði við Kringvarpið í kvøld, at fleiri fakfeløg í næstum fara at seta felags stevnu, har tey fara at umrøða møguleikan fyri einum banka, sum ætlandi skal veita bíligari tænastur til "vanligu" fólkini, enn føroysku peningastovnarnir gera tað í dag.