Ynskja enn fleiri limir

Tær næstu vikurnar ætlar Krabbameinsfelagið sær undir átak at fáa fleiri limir til felagið. Í felagnum eru um 1500 limir, men tess fleiri teir verða, tess meiri peningur kann veitast til gransking, stuðul og upplýsing.

Krabbameinsfelagið, sum hevur nógv virksemi, fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar eru limagjald og peningagávur.

- Tað er umráðandi at vit eru meira framsøkin. Tí er neyðugt við nógvum limum.

- Soleiðis fær felagið betur hjálpt og stuðlað fólki við krabbameini og teirra avvarðandi, stuðlað gransking og arbeitt við upplýsing og fyribyrging, sigur nevndin í felagnum.

Tær næstu vikurnar fer Krabbameinsfelagið undir átak at fáa fleiri limir til felagið. Tað verður millum annað gjørt við, at ringt verður heim til fólk, ið verða spurd, um tey vilja verða limir í felagnum. Limagjaldið er 200 krónur um árið fyri einstaklingar og 500 krónur fyri feløg.

Á myndini síggjast frá vinstru: Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, nevndarformaður, Sólrun Jacobsen, nevndarlimur og Aibritt á Plógv, næstforkvinna.