Ynskja eitt flogfar aftrat

Nýggjasta føroyska flogfelagið arbeiðir í hesum døgum við at gera seg enn meiri sjónligt á danska marknaðinum.

Í hesum sambandi hevur felagið eisini ávísar ætlanir, og sambært stjóranum, Johan E. Simonsen hava teir góðar vónir um eitt gott úrslit.
Enn hevur felagið kortini ongar ætlanir um at flúgva aðrastaðni enn millum Føroyar og Danmark, soleingi felagið bert hevur eitt flogfar.
Men sambært ferðavinnublaðnum, Stand By hevur felagið ætlanir um at útvega sær eitt flogfar aftrat.
- Og tá standa vit í eini heilt aðrari støðu, sigur stjórin við blaðið.
Ferðafólkatalið hevur síðani byrjanina í mai mánaði ligið um 37 %, og er hetta nakað lægri enn mett varð. Men tað gongur framá við ferðafólkunum, og tað ger tað eisini við farminum. Í juli mánaði hevði FaroJet 25 % av farminum millum Føroyar og Danmark.
Alt tosið um at leingja flogvøllin í Vágum hevur eisini stóran áhuga hjá FaroeJet-stjóranum. Hetta fer at skapa møguleikar fyri størri flogførum, fleiri ferðafólkum hvønn túrin og við hesum eisini lægri miðalprísir.