Ynskja ein náttúrustovn

Fuglafrøðifelagið krevur eina náttúrufyrisiting av myndugleikunum.

- Fuglafrøðifelagið krevur, at ein orðing kemur í komandi samgonguskjal, ið bindur viðkomandi landsstýrisfólk, til at skipa eina náttúrufyrisiting. Uppgávan hjá hesari fyrisiting skal vera, at staðfesta hvør støðan er í okkara náttúru, og hon skal eisini hava heimild til at bøta um teir trupulleikar, sum eru.


Tað er greiði boðskapurin frá Fuglafrøðifelagnum til føroyskar politikarar nú valstríðið er í hæddini. Í tíðindaskrivi vísir felagið á, at tað í løtuni er ongin stovnur ella aðalráð, ið hevur uppgávuna at røkja føroyska náttúruna.


- Tað er alneyðugt fyri Føroya fólk og okkara framtíð, at komandi samgonguskjal staðfestir, at ein stovnur fær álagt uppgávuna at røkja okkara náttúru. Í Føroyum er einki aðalráð ella stovnur, ið hevur hesa sjálvsøgdu uppgávu. Tað er neyvan nøkur orsøk at greiða frá, hví vit eiga at vita um talið av tjøldrum minkar á hvørjum ári, ella um vit høvdu dupult so stórar lyngheiðar fyri 40 árum síðan. Hetta er grundleggjandi vitan, ið eitthvørt framkomið land eigur at hava. Fuglafrøðifelagið staðfestir tíverri, at tílík vitan um okkara náttúru er ikki til.


- Politiska skipanin og almenna umsitingin skal verja okkara náttúru, men hevur als ongan møguleika at gera tað, tá grundleggjandi vitan um støðuna ikki er tøk.