Nú hava skótarnir sett sær eitt mál fyri, nevniliga at útvega sær egið skótahús í Runavík. Í samband við hetta hevði býráðið eitt mál um hetta fyri á seinasta fundi sínum.
Her var eitt mál, har Ognarhagin á Mýrunum søktu um at frábýta eitt grundstykki burtur av eini trøð nærhendis Toftavatni til KFUM-skótarnar at byggja skótahús á.
Á fundinum hevði Byggi- og býarskipanarnevndin játtað hesum frábýtinum, og á fundi 1. juni samtykti býráðið at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
Býráðsfundurin viðgjørdi eisini eitt annað mál í hesum sambandi, nevniliga viðvíkjandi barnaansingini og hesi ætlanini hjá skótunum at byggja egið skótahús.
Sosiala nevnd mælir til at arbeiða víðari við ætlanini. Og tað samtykti býráðið eisini.