Ynskja byggja hotelíbúðir undir Bryggjubakka

Vøksturin seinastu árini í talinum av ferðafólkum, ið koma til Føroyar, hevur lagt trýst verandi gistingarmøguleikar í landinum. Stórur mangul er á gistingarmøguleikar, serliga hotelkømurum, og hevur tað ført við sær, at fleiri verkætlanir hava sæð dagsins ljós seinastu tvey árini, ið miðja eftir at vinna ein part av marknaðinum.


Og nú røkist fyri, at eitt nýtt hotel sær dagsins ljós miðskeiðis í høvuðsstaðnum. Vágaportalurin skrivaði í gjárkvøldið, at smápartafelagið Undir Bryggjubakka, ið er eitt dótturfelag hjá íløgufelagnum Tjaldur, hevur ætlanir um at byggja hotelíbúðir undir Bryggjubakka.


Árni Rasmussen, stjóri í Tjaldur, sigur við in.fo, at arbeitt verður við tí, men at verkætlanin enn er komin so stutt, at torført er at siga nakað ítøkiligt um hana.


- Vit eru í samskifti við kommununa, tí talan er um eitt serligt øki, ið vit ynskja at virða, men tað skal eisini geva meining hjá okkum at byggja, sigur Árni Rasmussen.


Talan eru um sokallaðar hotelíbúðir, ið eru líkt tí, ið føroyingar kanska kenna frá Stay á Island Brygge, og er ætlanin at byggja á parkeringsøkið, ið liggur millum bygningarnar, ið sp/f Undir Bryggjubakka eigur í økinum.


- Ætlanin er at veita eitt tilboð til stutttíðar og eitt sindur longri tíðar leigur. Tað skal vera eitt tilboð til ferðandi, ið ynskja okkurt betri enn eitt vanligt hotelkamar, og tey, ið kanska skulu búgva her í nakrar mánaðir, sigur Árni Rasmussen.


Enn er verkætlanin so mikið nýggj, at tað ikki er greitt nær byrjað verður at byggja.