Ynskja bert Runavíkar økið

Tað er ikki eins stórur eftirspurningur eftir grundøkjum nú sum áður í stóru kommununi í Eysturoynni.

- Men vit hava tó selt okkurt grundøki í fjør, upplýsir Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Í flestu bygdum í kommununi eru tøk grundøki, men tað tykist yvirhøvur sum hava fólk bert hug á økjum í Saltangará og Runavík.

Hóast hesi viðurskifti verður staðfest, at økini eru farin at fækkast. Býráðið hevur tí sett av 2,5 milliónir krónur til keyps at lenda í ár. Hetta verður gjørt í Saltangará.