Ynskja avtaka einkarinnkeypið

Ferðavinnufelagið vil lata matstovur innflyta rúsdrekka

Núverandi rúsdrekkalóg tarnar kappingarførið hjá matstovuvinnuni, metir Ferðavinnufelagið, ið ynskir at avtaka skipanina við einkarinnkeypi. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.


- Ferðavinnan er í grundini ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands. Í rúsdrekkahøpi er einki annað land í norðurlondum, sum hevur ta skipan, vit í Føroyum hava við einkarinnkeypi av rúsdrekka. Einkarsøla er kent í øðrum norðurlondum, men hjá teimum er einkarinnkeyp ikki galdandi. Har hava loyvishavarar møguleika at keypa inn frá øðrum enn einkarsøluni. Núverandi støða við einkarinnkeypi er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni, sum frammanundan er ein útreiðslutung vinna, skrivar felagið á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.


Felagið metir, at um einkarinnkeypið verður avtikið, so fer tað at føra til, at føroyska matstovuvinnan fer at mennast kring alt landið.


- Føroyska matmentanin fær í dag altjóða viðurkenning í kappingum og úrtøkum uttanlands, eins og hon í dag verður vird á ein hátt, vit ikki kundu droymt um fyri bert fáum árum síðani. Tað er í stóran mun váðafýsni, áræði og slóðbrótaraanda at takka, at vit nú eru í hesi støðu. Neyðugt er tískil at skapa karmar fyri, at hesin eldhugur framhaldandi kann spíra og nørast - ikki bara í Havn, men kring allar oyggjarnar, skrivar felagið og leggur afturat.


- Inntøkugrundarlagið hjá matstovum kring landið er spinkult, og neyðugt er at tryggja frítt innkeyp til loyvishavarar, soleiðis at matartilboðini kring landið kunnu fjølgast og fjøltáttast.


Tað er samband við, at løgtingið í síðstu viku hevði aðalorðaskifti um almenna rúsdrekkapolitikkin, at felagið nú ger vart við síni sjónarmið í málinum.