Ynskja at yvirtaka sjóvinnumál

Grønlendska sjálvstýrið kannar nú møguleikarnar at yvirtaka einstøk økir frá dønum, ið teir ikki hava ræðisrættin á í dag.

 

Sambært Sermitsiaq, so hevur grønlendska sjálvstýrið gjørt eina kanning, ið skal vísa hvussu umfatandi ein yvirtøka av sjóvinnuøkinum hevði verið. Kanningin skal viðgerast í vikuni.

 

Ítøkiliga merkir tað, at Grønland vil gera sítt egna sjóvinnustýri og yvirtaka sjótrygd, skráseting og sjórættarlig viðurskiftir.

 

Mett verður, at yvirtøkurnar høvdu kostað umleið 25 milliónir árliga, umframt at betri útbúgvingarmøguleikar innan sjóvinnu skulu veitast í Grønlandi.