Ynskja at keypa eina fólkakirkju

Danmark: Í minsta lagi 10 útlendskar samkomur eru til reiðar at keypa ella leiga kirkjur ið eru í vandi fyri at verða afturlatnar.

Í roynd og veru standa tær í kø fyri at halda fram við teirri kristnu tradisjónini í hesum kirkjunum.

- Tað hevði verið eitt satt bønarsvar, um vit kundu keypt ella leiga eina fólkakirkju, sigur pastorurin, Tony Acheampong úr First Internation Baptist Church.

Kirkja hansara er økt úr ongum upp í 200 limir síðani 1999, og vøksturin heldur á alla tíðina. Trupulleikin er bert hann, at tey hava ongan bygning til samkomuna.

Møguleikin fyri at ogna sær eina fólkakirkju er íkomin, eftir at Københavns Stiftsudvalg og biskuppurin, Erik Norman Svendsen hava víst á 10 fólkakirkjur, sum eru í uppskoti at lata aftur í framtíðini.

Fleiri hava víst á, at tær útlendsku samkomurnar gera eitt stórt arbeiði við integrering í Danmark, og eru avgjørt við til at geva íblástur og harvið ríka danskt kirkjulív.

Í heyst verður avgjørt, hvussu verður við hesum 10 kirkjunum. Lítil ivi er um, at mong vera um boðið um avgjørt verður at lata tær aftur og lata tær til onnur at brúka.