Tónleikarar í Tórshavn stovnaðu í febuar í ár ein arbeiðsbólk, sum hevði til uppgávu at arbeiða fyri at fáa eitt konserthús í Tórhsavn.
Arbeiðsbólkurin arbeiðir somuleiðis fyri at betra umstøðurnar fyri tónleikarar og áhoyrarar í Tórshavn og øllum Føroyum. Tað, sum hevur fyrsta prioritet er eitt konserthús í Tórshavn, sum lýkur altjóða krøv.
Arbeiðsbólkurin hevur javnan fund og arbeiðir í løtuni við stuðulstiltøkum sum vera í heyst.
Í verandi løtu ber til at vitja bólkin »Konserthús í Havn« á facebook.com, har tú kann gera tína meining galdandi viðvíkjandi konserthúsi í Tórshavn.
Á síðuni eru trý uppskot løgd fram um, hvussu konserthúsið skal verða. Í hesum sambandi kanst tú siga tína hugsan við at skriva eina viðmerking ella atkvøða fyri tí uppskotinum, ið tær dámar best.
Vit eru somuleiðis í ferð við at víðka um bólkin, so vit hava eina enn breiðari umboðan.
Arbeiðsbólkurin telur sjey fólk og umboðar í løtuni:
FUTT
Jazztónleikarafelagið
Fólkatónleikarafelagið
Einleikarafelagið
Felagið Føroysk Tónaskøld
Mentón
Kórsambandið
Umboð fyri áhoyrarar
Havnar Jazzfelag
Konsertfelagið
TUTL
FUR