Ynskir yrkisútbúgvingarskipanina endurskoðaða

Eyðgunn Samuelsen vil hava, at tey, ið hava førleikar á yrkisøkinum, fáa eins góðar møguleikar at velja útbúgving, sum tey, ið fara gymnasiala vegin.

- Nógv fleiri ung skulu hava møguleika at uppliva, hvussu kul tað er at ganga á Tekiska Skúla.

 

Hetta heldur Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, sum í uppskoti til samtyktar, heitir á Bjørn Kalsø, landstýrismann í skúlamálum, um beinanvegin at endurskoða yrkisútbúgvingarskipanina, so fleiri ung, og ikki minst bæði kynini, fáa størri úrval av útbúgvingum á Teknisku skúlunum.

 

Tingkvinnan mælir til, at ung fólk, sum hava áhuga og førleikar á yrkisøkinum, fáa eins góðar møguleikar at velja útbúgving, sum tey, ið fara gymnasiala vegin. Hon heldur tað vera gott, at politiski myndugleikin miðjar eftir, at øll ung sleppa á miðnám. Men nú er tíðin komin til at fjøltáttað og breiðka hetta tilboð til eisini at fevna um yrkisútbúgvingar.

 

- Skulu vit skapa búskapar- og fólkavøkstur, er neyðugt, at tey ungu fáa fleiri og fjølbroyttari valmøguleikar, tí samfelagið hevur bæði brúk fyri klókum høvdum og klókum hondum, staðfestir Eyðgunn Samuelsen, sum ímyndar sær, at nýggjar útbúgvingar kunnu bjóðast út innan eitt nú matvøru, ferðavinnu og sniðgeving.

 

Javnaðartingkvinnan vísir á, at vit eiga at tryggja, at samfelagið hevur nóg mikið av faklærdari arbeiðsmegi, eisini í framtíðini.

 

- Tí skulu tey ungu, sum ynskja at nýta síni kreativu evni og hugflogið, hava atgongd til útbúgvingar, ið kunnu stimbra undir íverksetan og skapanarhug, so tey gerast før fyri at seta á stovn fyritøkur og annað virksemi í framtíðini, sigur Eyðgunn Samuelsen. Eisini heldur tingkvinnan, at tilkomin eiga at fáa atgongd til yrkisútbúgvingar við støði í eini førleikameting.

 

- Umframt at økja um útboðið av útbúgvingum á Teknisku Skúlunum, eiga vit eisini at økja um talið av læruplássum. Í dag er tað so, at ein sveinur skal vera til hvønn lærling, men hetta er ein stór avbjóðing, nú so nógvir handverkarar eru farnir av landinum at arbeiða. Tí eigur landsstýrismaðurin, sum hevur heimild at broyta hesa skipan, at ber so í bandi, at tveir lærlingar kunnu vera um sveinin. Slík skipan eigur sjálvsagt at verða løgd til rættis í tøttum samstarvi við yrkisdepilin og skúlarnar, so fakliga støðið verður óbroytt, heldur Eyðgunn Samuelsen.