Klaksvík: Eitt av endamálunum við uppskotunum var at lætta um hjá fólki, nú bensin- og oljuprísurin er vorðin methøgur.
- Tí er tað sera kostnaðarmikið hjá fólki at koyra fleiri ferðir um dagin aftur og fram, við til dømis skúlabørnum, sigur Steinbjørn. Hann hevði somuleiðis síni uppskot um, hvussu henda bussleiðin kundi skipast í Klaksvík, nú tann ókeypis koyringin í Havn er so væl umtókt.
Ein slík ruta hevði eisini verið teimum til fyrimuns hjá teimum sum eru aktiv í ítrótti, barnagarðsbørnum, arbeiðsfólki og øðrum sum hava brúk fyri flutningi í tí dagliga.
Eitt annað endamál var eisini at minka um ta stóru ferðsluna, sum haraftrat bæði dálkar umhvørvið og er slítandi fyri kommunalu vegirnar.
- So her liggur eisini ein sparing við eini slíkari bussleið, vísti hann á, samstundis sum hann eftirlýsti einum úttalilsi frá kommununi um, hvat málið liggur og nær tað kemur til víðari viðgerð.
Skattaprosent
Eftir at Steinbjørn O. Jacobsen legði fram ætlanir sínar, hevur hann fingið í hópatali av positivum viðmerkingum frá fólki sum, eins og hann, síggja tað skilagóða í eini slíkari bussleið í Klaksvík.
- Men beint nú, veit eg ikki hvar málið liggur, sigur hann.
Ein slík loysn hevði sjálvandi kostað pening – leysliga mett 1 skattaprosent, men hon nýtist ikki at vera ókeypis.
Longu nú er greitt, at fleiri busseigarar hava víst ætlanini áhuga.
KANNAST
Óli Lassen, formaður í teknisku nevnd hjá Klaksvíkar kommunu sigur í stuttari viðmerking, at málið er til umrøðu í umsitingini í býráðnum.
- Vit arbeiða við at kanna, um tað ber til at skipa eina bussleið her í Klaksvík, sigur hann.
Meiri vil hann ikki siga í løtuni.